Treytir

Keypstreyir

Keypstreytir

Kunning um vørukeyp, gjaldstreytir v.m.

Søla og útflýggjan

Vit avgreiða tygara bílegging, tá vøran er goldin. Avgreiðingartíðin kann verða frá 1 degi til 2 vikur, alt eftir um talan er um goymsluvøru ella um vøru, sum skal bíleggjast.

Sendiháttur

Vøran verður send við Posta vanliga innan 1-2 yrkadagar. Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Teldupostur verður sendur um upplýsingarnar hvat tað kostar at senda. Vøran kann eisini heintast eftir avtalu hjá Orkustovuni

Flutningur

Vøran verður koyrd ella send út ókeypis. Skal vøran sendast úr meginøkinum ella av landinum, er prísurin fyri rúmmetur ella vekt hjá flutningsfelagnum galdandi.

Gjalding

Vit taka ímóti øllum vanligum gjaldskortum so sum Mastercard, Vist v.m. Eingi eyka avgjøld koma omaná eina bílegging, uttan avgjald fyri sending.
Gjaldsservarin er gókendur av PBS (tryggur gjaldsháttur).

Tygum hava ongan váða við at nýta tygara gjaldskort hjá Orkustovuni. Vit nýta eitt sokallað SSL-samband til tess at tryggja, at onnur ikki luttaka, tá tygara kortnummar ella aðrir upplýsingar hjá tygum ferðast á alnótini. Gjaldskorts upplýsingar verða viðgjørdir umvegis QuickPay, ið eru fyriskiparar av okkara síðu og eru tað tey, ið senda til PBS á einum tryggum SSL-sambandi – Orkustovan kemur aldri at kenna tygara kortupplýsingar og tann kunnleikin verður viðgjørdur í trúðnaði.

Keyp uppá konto kann bert nýtast av viðskiftafólkið, ið hava avtalu um hetta.
Fyri at hava konto hjá Orkustovuni, skalt tú góðkennast sum kontokundi.

Afturtøka

Um tygum av einhvørjari orsøk ikki eru nøgd/ur við vøruna, sum tygum hava keypt frá okkum, taka vit vøruna aftur, um tygum innan 14 dagar hava gjørt vart við hetta. Treytin fyri at vit taka vøruna aftur er, at hon er óbrúkt, í pakninginum og í sama standi.

Keypari rindar sjálvur fyri møguligan afturberingarkostna.

Standur á vøruni við afturbering

Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið stendist av aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt ið tú kanst gera í einum fysiskum handli.

Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir Orkustovan um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.

Endurgjald

Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.

Endurgjaldskrav skal boðast Orkustovuni frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. Orkustovan endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.

Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.

Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:

Orkustovan
Tróndargøta 29
FO-100 Tórshavn
Føroyar

Upplýsingar til afturtøku

(Tá afturtøkurætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til orkustovan@orkustovan.fo )

– Til [Orkustovan, Tróndargøta 29, FO-100 Tórshavn, Føroyar, orkustovan@orkustovan.fo]:

– Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum afturtøkurætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:

– Navn á vøru (*)

– Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)

– Navn á keypara (*)

– Bústaður hjá keypara (*)

– Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)

– Dagfesting (*)

Prísir oa.

Allir prísir eru í DKK við mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og møguligum skrivivillum.

Privatpolitikkur

Privatlivspolitikkur

Hvørji eru vit?

Heimasíða okkara er: https://orkustovan.fo/

Hvørjar persónligar dátur savna vit og hví

Farspor (cookies)

Um tú skrivar viðmerking á heimasíðu okkara, kanst tú velja at krógva navn, teldupost og heimasíðu í farsporum. Hetta er fyri at lætta um hjá tær, so tú ikki hevur fyri neyðini at skriva hesar aftur, tá tú viðmerkir aftur. Hesi farspor eru til taks í eitt ár.

Um tú hevur eina kontu, og tú ritar teg inn á hesa netsíðu, upprætta vit eitt fyribils farspor fyri at finna útav, um tín telda góðtekur farspor. Hesi farspor hava eingi persónlig dátu, og tey verða strikað, tá tú sløkkir kagan.

Tá tú ritar teg inn, upprætta við fleiri farspor og goyma tínar innritingarupplýsingar, og hvussu tú velur at síggja okkum. Innritanarfarspor varða í tveir dagar, og val av vísing í eitt ár. Um tú velur (minst til mín), heldur tin innritan í tvær vikur. Um tú ritar teg út av kontuni, hvørva innritanarfarsporini.

Um tú ritsjórnar ella gevur út eitt rit, verður eitt farspor aftrat goymt á tínum kaga. Hetta farspor hevur ikki nøkur persónlig dátu, men uppgevur einfaldar upplýsingar um riti, tú júst hevur ritstjórnað. Hetta hvørvur eftir einum degi.

Innlagt innihald frá øðrum netsíðum

Greinar á hesi netsíðuni kunnu hava innlagt tilfar (T.d. filmar, myndir, greinar o.s.fr.). Innlagt innihald frá øðrum netsíðum verður viðgjørt á júst saman hátt sum hevði tann vitjandi verið á eini aðrari netsíðu.

Hesar netsíður savna eisini dátu um tey, brúka farspor, innleggja sporing og vaka yvir, hvat tú gert við innlagda tilfari, um tú hevur kontu og ert innritaður.

Greining

Vit brúka farspor til tess at betra um og greina netsíðuna. Hesi eru vanlig Google-farspor, sum víst niðanfyri:

 

Hvønn deila vit tíni dátu við

Henda netsíða verður skannað fyri møguligan illbúnað og veikleikar av trygdarforritum hjá simply.com. Vit senda ikki persónligar upplýsingar til Simply.com.

Hvussu leingi goyma vit dátu tíni

Um tú skrivar eina viðmerking í t.d. kontaktoyðublaðið, so verður viðmerkingin og metadátu hennara goymd í óavmarkaða tíð. Hetta er, fyri at vit kunnu kenna aftur og góðtaka seinni viðmerkingar beinleiðis uttan at tær skulu bíða eftir góðkenning.

Hjá brúkarum, sum upprætta seg á okkara netsíðu, goyma vit eisini persónligar upplýsingar, sum teir geva til sín vanga. Allir brúkarar kunnu síggja, rætta í ella strika sínar persónligu upplýsingar altíð. (Tó kunnu teir ikki broyta brúkaranavn). Umsitarar av netsíðuni kunnu eisini síggja og viðgera hesar upplýsingar.

Hvørji rættindi hevur tú yvir dátum tínum

Um tú hevur eina kontu á hesari netsíðu, ella tú hevur skrivað viðmerkingar her, kanst tú biða um ein a fílu við teim persónligu upplýsingum, sum vit hava um teg, harímillum øll dátu, tú hevur givið okkum. Tú kanst eisini biða okkum strika allar upplýsingar, vit hava um teg. Hetta fatar ikki um dátu, sum vit hava skyldu til at goyma av fyrisitingarligum, lógartøkniligum ella trýgdarávum.

Hvagar senda vit tíni dátu

Viðmerkingar frá vitjandi kunnu møguliga verða kannað av sjálvvirkandi spamleitingartænastu.

Tín kunning um samband

Vit senda ikki øðrum hesar upplýsingar.

Trygd

Tá tú ert á innritanarsíðuni, sigur eitt fyribils farspor, sum hjálpir við samstarvinum við aðrar hættir at innrita seg. Hetta farspor hevur ongar persónligar uppýsingar og verður strikað eftir einum tíma.

Hvussu verja vit tíni dátu

Orkustovan brúkar eitt SSL-samband allastaðni á netsíðuni til tess at brongla tíni dátu.

Vit geva ikki víðari ella selja upplýsingar

Tá keypt verður, verður keyparin sjálvvirkandi skrásettur í tíðindaskráina hjá Orkustovuni. Keyparin kann altíð taka seg av listanum, sum fær tíðindabrøv sendandi. Vit fara ongantíð at senda rúgvur av tíðindabrøvum og hava í løtuni ongar ætlanir um tíðindabrøv yvirhøvur.

Gerðalisti (logging)

IP-bústaðurin hjá vitjandi, samleiki hjá innritaðum brúkarum og brúkaranavn hjá innitanarroyndum eru náttúrliga neyðug fyri at verja netsíðuna fyri ávísum álopum. Dømi um støður, har gerðalisti er neyðugur, eru royndir at rita seg inn, umbøn at rita seg út, umbøn illgrunaverdir bústaðir, broytingar av tí, sum er á netsíðuni og dagføring av loyniorði. Hesar upplýsingar verða goymdar í 60 dagar.

Soleiðis strikar ella verjir tú fyri farsporum

Hvørjar mannagongdir hava vit í sambandi við dátubrot

So skjótt sum tú hevur skrásett teg sum kunda hjá Orkustovuni, verður teldupostur, navn, bústaður, aðrir bústaðir og telefonnummur sett inn í skipanina. Hesar upplýsingar verða brúktar, so at tú kanst rita teg inn á heimasíðuni, og at vit kunnu senda tær týdningarmikil boð við telduposti.

Dømi um boð við telduposti kunnu vera, at broytingar eru framdar á sjálvari heimasíðuni, ella at vit hava góð tilboð o.s.fr.. Vit senda ikki tíðindabrøv við sølufremjandi tilfari so sum lýsingum og slíkum.

Hvørjum fáa vit dátu frá

QuickPay, Simply, Google Analytics, Instagram og Facebook.

Vit senda ikki upplýsingar á tínum vanga til onnur.

Hvat hendir sjálvvirkandi, tá vit viðgera brúkaradátu

Vit gera einki við tíni dátu. So leingi tú ert kundi hjá okkum, vera tíni dátu í okkara skipan. Tá ið kundakontan verður strikað, strika vit eisini øll tíni dátu

Upplýsingar til tín sum kunda í skipan okkara verða sendar við telduposti. Tú kanskt nær sum helst uppsiga henda teldupost, men tað mæla vit ikki til. Um tú sigur teldupostin frá tær, kanst tú missa týdningarmiklar upplýsingar um t.d. broytingar, tilboð og annað tílíkt.

Útgevari

Eigari og kunngeri av netsíðuni er:

Sp/f Solea
Orkustovan
Tróndargøta 29
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: orkustovan@orkustovan.fo

Broytingar í privatlívspolitikki

Orkustovan fyriheldur sær rætt til at dagføra og broyta privatlívispolitikkin til allar tíðir. Fyri at kanna okkara nýggjasta privatlívspolitik, kann tú fara inn á hesa síðu við jøvnum millumbilum.