Infrareyð viðgerð

INFRAREYÐ VIÐGERÐ

Ein viðgerð í einum infrareyðum saunateppi gevur bæði vælveru og wellnes, eins og viðgerðin er fyribyrgjan móti ymiskum gerandisampum. Kroppurin verður gjøgnumhitaður, og tað er gott fyri bæði vøddar, lið og senur. Teppið gevur linna ímóti aðrar meiri álvarsligar genur so sum fibromyalgi, migrenu, pínu í vøddum og liðum, gikt, stress, infektiónum og menustratiónspínu. Viðgerðin gevur linna, men grøðir ikki sjúkur.

VÆLVERA

Bara tað at leggja seg í eitt saunateppið og slappa av við hitaviðgerð er ein optimal vælvera fyri kroppin. Her slappar mann veruliga av, meðan mann kann njóta, at kroppurin verður gjøgnumhitaður. Ja, mangan sovnar mann.

Restituering aftaná venjing

Óansæð hvønn ítrótt ella fitness tú venur, so hevur kroppurin tørv á restituering aftaná. Infrareyða teppið er gott fyri at økja um blóðrensl, restituera vøddar og lið, samstundis sum tað er gott fyri at reparera og fyribyrgja skaðar.

Pínuviðgerð

Óansæð um tú ‘bert’ hevur eymar vøddar aftan á venjing ella hevur meiri álavarsliga pínu orsakað av gikt o.ø., so gevur infrareyða teppið linna í lið, vøddar og senur. Tú fært betri blóðrensl og stívir vøddar og lið loysna

Vekttap

Infrareyða saunateppið setur gongd í blóðrenslið, og harvið økist forbrenningin. Tú forbrennur kaloriur, og tú sveittar. Bæði eru við til at geva vekttap. Men tó kanst tú ikki vænta at brúka tað til beinleiðis slankiviðgerð. Viðgerðin er góð og effektiv saman við kostbroyting ella slankikuri.

Fyrimunir við infrareyðum saunateppi

Økir stoffskiftið
Økir blóðrenslið
Detox-effekt gevur útreinsan av kroppinum
Betrar um svøvnin
Gevir vekttap / forbrenning
Pínulinnan
Restituerar kroppin
Fær vøddarnar at slappa av
Linnar giktapínu
Hevur avstressandi virknað

Soleiðis kemur tú fyrireikað/-ur til viðgerð

Tú kanst ikki fáa viðgerð, um tú:

  • Ert við barn
  • Gevur bróst
  • Hevur pacemakara
  • Hevur opið sár
  • Hevur óviðgjørdan hjartatrupulleika
  • Hevur drukkið alkohol/ert rúsevnisávirkaður

Far úr smykkum og piercingum, tí smykkurnar kunnu gerast ordiliga heitar av hitanum.

Ikki nýta kremir ella oljur áðrenn viðgerðina.

Kundar verða bidnir um at hava sítt egna lak við (sum passar til dupultsong), ella at koma í lættsitandi bomulsklæðum. Eisini verður tú biðin um at hava egið handklæði við, serliga um tú ynskir at fara undir brúsu aftaná.

Loading...