Feittfrysting – Cryo Lipo 360
Sig forvæl til óynskt feitt við nýggjastu og mest avanceraðu tøknini innan feittfrysting. .
Cryo Lipo 360 Feittfrysting er ein effektiv slankiviðgerð við nýggjastu tøknini innan feittfrysting. Onnur teknologi hevur einans køling í síðunum, meðan kølielementini í okkara hondtøkum fara allan vegin runt (360) og gevur tí eitt sera effektivt úrslit.
Okkara útgerð hevur 4 hondtøk, sum gera tað møguligt at viðgerða 4 økir samstundis. Uttan pínu, trygt og uttan kirurgiska viðgerð.
Hvat er feittfrysting?
Feittfrysting kann samanlíknast við feittsúgving, tó er feittfrysting non-invasive og merkir tað, at man ikki verður skurðviðgjørdur. Viðgerðin er ein tann mest populera viðgerðarhætturin at minka um feittdepotini og sum er góðkend í Danmark av Sundhedstyrelsen.
Hendan viðgerðin er til tín, sum ynskir eina útsjónd sum sær sunn út og ein kropp sum sær slankur út – og ber boð um ein góðan lívsstíl.
Vit málrætta viðgerðina í samráð við teg, so tú fært eina sunna, natúrliga og symmetriska útsjónd, har vit “forventningdavstemma” hvørjar og hvussu nógvar viðgerðir eru neyðugar fyri at uppnáa tað ynskta úrslitið.
Hvør kann ikki taka ímóti hesum viðgerðum:
Persónar sum:
- Eru undir 18 ár
- Eru við barnsburð og amma
- Eru í viðgerð fyri krabba
- Eru allergisk móti kulda
- Hava eksem, hava opin sár ella betendilsi í økinum, sum skal viðgerðast
- Hava fremmant likam í kroppinum – t.d. pacemaker, metalplátur ella broknet
- Fáa blóðfortinnandi medisin
- ella hava skurðsár, sum eru minni enn 6 mðr gomul
Ert tú í iva, so spyr lækna tín.
FAQ
NON-Invasiv viðgerð
Non-invasiv viðgerð merkir, at tú ikki verður skurðviðgjørd/-ur (also ikki skorin ella stungin í húðina), sum tú verður ísv feittsúgving. Tvs einki brot verður gjørt á húðina.
Við feittfrysting verða feittkyknurnar niðurkøldar til minus 0 – 10 kuldastig, alt eftir hvør maskintypa verður nýtt, og hvar tú ynskir viðgerðina (øki).
Feittfrysting virkar eins væl hjá kvinnum og monnum. Vit eru tó øll ymisk, og tí kunnu viðgerðirnar eisini virka ymiskt frá persón til persón.
Hvussu fer feittfrysting fram:
Ein feittviðgerð tekur umleið 50 min og krevur onga doyving. Tú fært eina anti-frost membran á tað økið, um tú ynskir viðgjørt. Hendan membranin tryggjar, at tú ikki fært frostskaðar í yvirhúðina.
Næst aftaná membranina verður eitt Cryo Lipo “hondtak” sett á økið, tú ynskir viðgjørt, og sum sýgur tað óynsktað feittið inn í hondtakið við vakuumundirtrykki. Soleiðis, inni í hondtøkunum, verður óynsktað feittið bæði skipað og kontrollerað við málrættaðum kulda, sum niðurkølir feittkyknurnar til í mesta lagi -10 kuldastig.
Feittkyknur eru viðkvamar móti kulda og við niðurkøling til minusstig verða feittkyknurnar krystalliseraðar og doyggja. Eftirfylgjandi hvørva tær og skiljast út gjøgnum lymfur og út við vatninum.
Sum so endurskapar kroppurin ikki nýggjar feittkyknur, so viðgerðin er varandi – uttan so, at tú aftur etur ov nógv og eftirverandi feittkyknir víðkast og gerast størri.
Ein feittviðgerð minkar feittið í økinum, sum viðgerðin fevnir um, við 20-25%
Er tað vandamikið at viðgerðast?
Tað eru sera fá kend hjáárin av feittfrysting, og feittfrysting er stort sæð uttan nakra pínu.
Tá hondtøkini verð sett á og sýgur feittið uppí í økinum, sum verður viðgjørt, merkir tú heilt stutt, at hondtakið “sýgur seg fast”. Økið verður so skjótt niðurkølt, at tú einki merkir, og tú kanst liggja og slappa av, meðan viðgerðin fer fram.
Aftaná viðgerðina kann økið svía eitt sindur, gerast reytt (ella ennt blátt í einar 2 dagar til eina góða viku), eins og húðin kann følast kenslukøld. Hetta er tó bert yvirfladiskt og fer burtur innan nakrir dagar.
1% av øllum teimum, sum fáa hesa viðgerð kunnu fáa Paradoksal Adipøs Hyperplasi (PAH), har kykurnar, ístaðinfyri at doyggja og hvørva, blíva størri.
Aftaná viðgerðina
Aftaná viðgerðina kann økið svía eitt sindur, gerast reytt (ella ennt blátt í einar 2 dagar til eina góða viku), eins og húðin kann følast kenslukøld. Hetta er tó bert yvirfladiskt og fer burtur innan nakrir dagar.
Tú eigur at massera økið, sum er viðgjørt, helst 4 ferðir dagliga á 2 minuttir. Um tu eigur tað, so kanst tú nýta anti-cellulite krem, so tú samstundis fært stramma húðina upp.
Tú fært kensluna av, at tú oftani skalt á wc í byrjanini, og tað er neyðugt at tú drekkur nógv í byrjanini.
Beint aftaná viðgerðin kanst tú fara í gongd við tað vanliga arbeiði, tú hevur.
Hvørji úrslit kann eg vænta?
Hvør viðgerð minkar um 20-25% av feittkyknunum.
Summi kunnu noyðast við 1-2 viðgerðir (vit viðmæla altíð 2 viðgerðir), og í útgangsdstøðinum eiga tit altíð at koma inn aftur til konsultatión aftaná 4-6 vikur fyri at kanna, um alt er í lagi, ella um man hevur nátt ynskta úrslit ella tørvur er á fleiri viðgerðum.
Um tað ynskta úrslitið er eitt størri vekttap, mást tú rokna við fleiri viðgerðum.
CRYO Lipo 4X360 er kliniskt testað, og grundað á fleiri enn 1.000.000 viðgerðir, er kundanøgdsemi heilt uppi á 95%.
Aftaná eina viðgerð vilst tú heilt typiskt síggja eina minking av nøkrum centrimetrum, men tað endaliga úrslitið sæst ikki fyrr enn aftaná 60-90 dagar. Tað tekur tíð at útskilja innihaldið í kyknunum.
Tað kann gerast neyðugt at broyta lívsstíl ella kost fyri at uppnáa eitt optimalt úrslit (omanfyri BMI 30)
Hvat sigur Sundhedsstyrlsen (DK)
Feittfrysting/Cryolipolisis Therapy er ein tann mest kenda og populeri hátturin at minka um feittið. Tað verður roknað sum ein tryggur hættur at taka burt feittøkir, sum hava víst seg sera trupul at sleppa av við.
Viðgerðin verður nýtt kring allan knøttin, og er ment og kliniskt dokumenterað av leiðandi yvirlæknum á Harvard University.
Okkara maskinur eru CE-certificeraðar (góðkendar) og góðkendar av Sundhedsstyrelsen í Danmark.
Okkara viðgerðarfólk eru øll certificeraði og útbúgvin í at nýta maskinurnar eftir galdandi lógarkravi (í DK) og arbeiða eftir lógarkrøvum hjá Sundhedsstyrelsen um, hvussu ein sunn klinik skal rekast.