Inkontinensviðgerð
Kundi tú hugsa tær at styrkt kokubotnin -
og trupulleikar við inkontinensi?
Hevur tú trupulleikar við at halda upp á vatni, tá tú flennir, dansar, hoppar ella tá tú svevur?
Emstrictly er ein nýggj inkontinens viðgerð, har vit hjálpa bæði monnum og kvinnum við inkontinens og veikum kokubotni.
Inkontinensur, ella trupulleikar at halda upp á vatni, er eitt tabuevnið, sum helst ikki verður tosað opið um, og tað ganga í gjøgnumsnit 7 ár frá tí, at trupulleikin byrjar, og til ein fer til lækna fyri at fáa hjálp.
Man kann hava inkontinens í ymiskum stigum, men óansæð so ávirkar tað lívkvalitetin neiligt.
Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, og ein veikur kokubotnur kann vera ein teirra. Kokubotnurin er ein bólkur av vøddum, sum lukkar fyri kokubotninum og virkar sum ein botnur í kroppinum. Kokubotnurin er ein vøddajaður, og er í høvuðsheitum ábyrgdari av at halda upp á vatni og opningin. Harnæst kann ein veikur kokubotnur geva trupulleikar við sjúnkaðari lívmóður, sum aftur kann hava neiligt árin á kynslívið.
Ein sterkur kokubotnur
Í samband við barnsburð og føðsul uppliva nógvar kvinnur at kokubotnurin fær skaða, og fyri summi kann tað tykjast sum ein ómøgulig uppgáva at styrkja kokubotnin uppaftur. Tí er tað av avgerandi týdnini fyri allan kroppin at venja og styrkja kokubotnurin aftaná. Ein sterkur kokubotnur hjálpir tær at halda upp á vatni, tá tú flennir, rennir, dansar, ella hoppar trampolin við børnunum.
Fiti, sjúka, hostan, forstoppilsi o.a. kann eisini vera orsøk til skaðar á kokubotnin, so tú kanst fáa trupulleikar við at halda upp á vatnið.
Vit kunnu hjálpa við tryggari viðgerð, sum er uttan pínu, so undan slepst at fara undir skurðviðgerð mótir inkontinensi.
Sig farvæl til inkontinens við okkara EMstricta viðgerð
Hvat er ein EMstricta kokubotn -
og inkontinens viðgerð
95% av viðgjørdum kundum
uppliva eina betri gerandisdag,
betri lívsgóðsku og –
munandi betri vælveru.
EMstricta kokubotnavenjing
Viðgerðin fer fram soleiðis, at tú situr á einum EMstricta setri í undirbuksum, soleiðis at undirlívið rakar mittina av setrinum. Setrið sendir ravtøknilig innstøk (elektroniskar impulsir), sum ger, at kokubotnurin í túsindavís trekkir seg saman í 30 minuttir, meðan viðgerðin fer fram. Man kann sita avslappandi við einari bók og lesa ella lurta eftir podcast, meðan viðgerðin fer fram.
Viðgerðin styrkir kokubotnin og undirlívið, og hjálpir at fáa tamarhald kokuvøddunum og bløðruna.
Viðgerðin er uttan pínu og er non-invasiv, sum merkir, at tú ikki verður skurðviðgjørd/-ur.
Hesu mugu ikki fáa viðgerð við EMstricta:
- tú ert við barn
- tú hevur epilepsi
- tú hevur pacemakara
- tú hevur metallutir í kroppinum (t.d. aftaná hava skift mjødn)
- tú hevur hjartatrupulleikar, ella hevur havt hjartasteðg
- tú ert í viðgerð fyri krabba
- tá tú hevur menstruatión
- um tú hevur kobarspiral
Ert tú í iva, so spyr læknan hjá tær.
FAQ
NON-INVASIV VIÐGERÐ
EMstricta er ein non-invasiv viðgerð, sum verður nýtt til viðgerð av veikum kokubotni og inkontinensi (ringt at halda upp á vatnið). Non-invasiv viðgerð merkir, at tú ikki fer undir nakað slag av skurðviðgerð, har tað t.d. ikki verður skorið verður í húðina. Undir vigerðini situr tú i ongum bukum (tó í undirbuksum).
EMstricta nýtir fokuseraða há-intensiva ravmagns orku, sum sendir innstøkk inn í vøddarnar og fær teir at trekkja seg saman, og á tann hátt byggir um vøddarnir, so tú kanst fáa tamarhald á kokubotninum og bløðruni, so tú kanst stýra vatninum og opninginum.
Viðgerðin virkar líka gott hjá bæði kvinnum og monnum. Tá vit øll ikki eru eins, so hevur EMstricta eisini ymiskan virkna á tann einstaka. Tí kann ikki veitast váttan fyri, at øll fáa sama virkna.
HVUSSU FER VIÐGERÐIN FRAM
Sjálv viðgerðin fer fram soleiðis, tú situr á EMstricta setrinum í undirbuksum (við einum teppi yvir tær), soleiðis at undirlívið rakar mitt á setrið.
Setrið sendir ravmagns innstøkk sum ger, at vøddarnir í kokubotninum trekkja seg ssman í túsindvís av supra-maksimalum samantrekningum í teir 30 minuttirnir, sum viðgerðin tekur í tíð.
Spakuliga økja vit styrkjuna til vi náa hægstu orku, soleiðis at tú alla tíðina følir tað fjálgt og behagiligt. Tey allarflestu uppliva, at styrkin á viðgerðunum kann økjast fyri hvørja viðgerð.
Sjálv viðgerðin tekur 30 minuttir, og fyri at fáa besta úrslit, mæla vit til viðgerðir 2 ferðir um vikuna, íalt einar 4-6 viðgerðir samanlagt.
Er tørvur á fleiri viðgerðum, er tað sjálvandi gjørligt. Og tú kanst halda við líka eftir tørvi.
Tú kanst fara beint aftur til arbeiðis aftaná viðgerðina.
ER TAÐ VANDAMIKIÐ AT FÁA VIÐGERÐINA
EMstricta er ein viðgerð tú kanst taka fáa uttan at fáa ilt ella føla óbehag, og vit seta orkustøði eftir tínum ynski, so tað passar til tín g tín kropp.
Tú merkir, at tað prikar lætt, og at kokubotnurin trekkir seg saman.
Tú kanst halda á fram við tí, tú vart í ferð við, áðrenn viðgerðina.
Tað eru eingin kend hjáárin við viðgerðini.
MEÐAN OG ÁFTANÁ VIÐGERÐINA
Tað verður mælt til, at tú ikki etur og drekkur 1 tíma áðrenn og 1 tíma aftaná viðgerðina.
Sjálv viðgerðin tekur 30 minuttir. Undir viðgerðini kanst tú slappa av og lesa eina bók ella lurta podcast.
Um tú hevur intimpiercingar, skulu hesar takast burtur, meðan viðgerðin fer fram.
HVØRJI ÚRSLIT KANN EG VÆNTA
Viðgerðin er góðkend av FDA og er kliniskt dokumenterað.
Allir patientar, sum luttóku í royndartíðini, upplivdu teir eina betran longu aftaná 1 til 2 viðgerðir. Aftaná 4 viðgerðir merktu 95% eina markanta betran. Úrslitið kann vera ymiskt frá persón til persón.
Endaliga úrslitið merkir tú einar 2 vikur aftaná viðgerðartíðina.
Vit mæla til, at tú aftaná viðgerðartíðarskeiðið, byrjar at gera kokubotnvenjingar og klípivenjingar, tí hesar venjingar hjálpa væl at viðlíkahalda úrslitini frá viðgerðunum.
HVAT SIGUR SUNDHEDSSTYRELSEN
EMstricta verður nýtt kring allan knøttin, og er skjalfest og góðkent av FDA.
Okkara maskinur eru CE-góðkendar í EU og eru góðkendar til nýtslu á viðgerðarstovum.
Okkara starvsfólk er útbúgvið og certificerað at nýta maskinurnar eftir galdandi lóg í Danmark.
