Emsculpting
Hvat er EMS Body Sculpting Pro?
Electronic Muscle Stimulation minnir mest um ein harðan fitness-tíma, og so allíkavæl ikki. EMS Body Sculpting Pro er tann fyrsti viðgerðarhátturin, sum samstundis uppbyggir musklar og forbrennir feitt í teimum viðgjørdu økjunum.
Í 30 minuttir ger maskinan vøddasamanrykkingar sum svara til 20.000 sit-ups ella squats (alt eftir hvat øki talan er um, sum verður viðgjørt). Tú økir muskulmassan og forbrenningina, samstundis sum tú fært ein meira uppstrammaðan kropp og flottari útsjónd.
Hendan viðgerðin er vorðin ein tann mest populæra viðgerðin at minka um feittmongdina og uppbyggja muskulmassa samstundis. Vit nýta hægsta Tesla 7 virði.
Viðgerðin er góðkend av FDA (Food and Drug Administrwation í USA og Fødevare- og Lægemiddelforvaltningen í Danmark)
EMS Body Sculpting Pro
Úrslitagóð viðgerð, sum samstundis uppbyggir muskulmassan, økir um forbrenningina og minkar um appelsinhúð (cellulite) við nýggjastu tøknini á marknaðinun.
Fá ein flatan og vælformaðan búk ella fastan, lyftan afturpart á ein tryggan máta uttan at gera kirurgisk inntriv.
Við 4 hondtøkum (ofta hava slíka maskinur einans 2 hondtøk og lægri styrki), hava vit valt eina maskinu við hægstu styrki í kongaríkinum. Tí kunnu vit bjóða okkara kundum at gera munadyggari viðgerðir við størri virknaði á fleiri støðum ísenn.
Viðgerðarøkir
Búkmusklar, sum eru farnir sundir (t.d. í samband við barnsburð)
Nógvar kvinnur uppliva ísv. barnsburð teirra, at búkmusklarnir deila seg (Rectus Diastase), sum kann vera torført at fáa bilbukt við uttan so, at farið verður undir skurðviðgerð.
EMS Body Sculpting Pro kann minka 11% um sundirfarnir búkmusklar upp á 4 viðgerðir, og er tann einasta ikki-kirurgiska viðgerðin, sum við stórum virknaði hjálpir upp á deildir búkmusklar.
Rumpulyft (Brazilian Butt Lift)
Sum árini ganga, so verður rumpan meira fløt, missir fyllu og “dettur niður” og byrjar at hanga eitt sindur, men tað kunnu vit gera nakað við.
EMS Body Sculpting Pro er tann fyrsta non-invasiva viðgerðin, sum kann geva tær eitt Brazilian Butt Lift.
Vit seta eitt hondtak á hvønn reyvabolla og við 20.000 squats í 30 min uppbyggja vit og stramma upp rumpuna, sum aftur fær eitt lyft. Tú kann fáa ein rundari og fastari form og eitt lyft við bert 4 – 6 viðgerðum
Allar viðgerðir kunnu endurtakast eftir tørvi.
Flatur og væl-trimmaður búkur
Um tú droymir um at fáa ein flatan og væl-trimmaðan búk, og tað knýpur við at fáa tíð í fitness-sentrinum, so kunnu vit við EMS Sculpting Body Pro verða við til at forma musklarnir, samstundis sum vit minka um feitti rundan um búkin.
Sjálv viðgerðin varar í 30 minuttir, og svarar til 20.000 sit-ups, heilt uttan at sveitta. Tú fært ikki ilt av viðgerðin, og tú ert beinanvegin klár/-ur aftaná til dagens dont.
Generelt
Tá tú bókar teg til EMS Body Sculpting Pro viðgerðir, byrja vit altíð við einum práti um, hvussu gongdin verður løgd til rættis og um vónirnar til viðgerðirnar.
Jú lægri feittprocent tú hevur, tá tú byrjar, jú sjónligari tóna musklarnir fram.
Tað er felags fyri allir okkaa kundar, at hóast tú ikki sær sjónlig úrslit (orsakað av ov høgum feittprocenti), so merkja øll ein markantan mun á muskulmassanum, øll eru vorðin sterkari í muskulaturinum, kjarnumusklunum (core), og ikki minst á kropsburðinum.
Vit viðgera: Búk, sundirfarnir búkmusklar, rumpu, lær, leggir og ’ommu-armar´
Hvør má ikki fáa hesa viðgerð
- Kvinnur við barn
- Um tú hevur epilepsi
- Hevur pacemakara
- Hevur metallutir í kroppinum (t.d. skift mjødn ella líkandi)
- Hevur hjaratatrupulleika, ella hevur havt hjartasteðg
- Er í krabbaviðgerð
- Hevur havt heilaskaða, ella hevur verið ígjøgnum eina skurðviðgerð í heilanum
Um ivi er, spyr vinaliga lækna tín.
FAQ
hent at vita
Emsculpting er ein non-invasiv viðgerð, sum merkir, at man ikki skerur ella stingur í húðina. Tað verður roknað sum ein tryggur viðgerðarháttur, og verða fleiri milliónir av non-invasivum viðgerðir gjørdar dagliga kring allan knøttin.
Emsculpting nýtir há-intensivan elektromagnetiska orku, sum sendir impulsir inn í musklarnir,og fær musklarnar at trekkja seg saman.
Tað er tann fyrsti viðgerðarhátturinm, sum bæði byggir upp vøddar, og forbrennur feitt í tí partinum á kroppinum, sum verður viðgjørt. Við 20.000 sit-ups ella squats í 30 minuttir, aktiverast nógv fleiri vøddtægr enn við vanligari venjing, og tí økist forbrenningin og við tíðini økjast vøddarnir.
Viðgerðin er eins góð fyri menn sum kvinnur, men eins og vit øll eru ymisk, so ávirkr Emculpting okkum ymiskt. Tí kann ikki takast fyri givið, at viðgerðin gevur neyvt tað sama hjá øllum.
Tú fært 1, 2, 3 ella 4 hondtøk sett á, alt eftir hvar á kroppinum, viðgerðin verður gjørd. Spakuliga verður størri og størri orka sett til í hondtøkunum og vøddarnir sammanrykkjast spakuliga meir og meir. Soleiðis økist styrkin, so nógv sum kroppurin megnar. Hetta fer fram í samráð millum viðgera og kunda. Summi føla tað passandi at byrja við 25 % av styrkini, meðan onnur størri tyngd. Fyri at síggja mun, verður tað viðmælt at taka 4-6 viðgerðir við 2 viðgerðum um vikuna.
Aftaná eina hvílitíð upp á 14 dagar, kann viðgerðin endurtakast eftir tørvi.
Viðgerðin følist ikki óbehagilig, og man fær ikki ilt. Tú kanst hava eymar vøddar aftaná eina viðgerð. Maskinan tryggjar, at mjólkasyran í vøddunum verður frígivin undir viðgerðini.
Sjónlig úrslit eru at síggja 4-12 vikur aftaná viðgerðirnar, tí vøddar undir venjing veksa og styrkjast yvir tíð, og feittið minkar eisini líðandi.
quis orci. Praesent egestas neque eu enim. Quisque id mi.
Viðgerðirnar fara fram uttan hjáárin sosum pínu ella óbehag, tí styrkin av viðgerðunum altíð verða gjørdar í samráð við kundan, og verða øktar líðandi, eisini í samráð við kundan.
Tú kanst føla eymleika og ansperru aftaná viðgerð, men tað fer skjótt burtur, og tú kanst fara víðari við “dagens dont” beinanvegin.
Ongi kend hjáárin eru av viðgerðini.
m primis in faucibus orci luctus et ultrices posuere cubilia Curae; Sed aliquam, nisi quis porttitor congue, elit erat euismod orci, ac placerat dolor lectus quis orci. Praesent egestas neque eu enim. Quisque id mi.
Tú skalt taka alla smykkur, ur, metal, spennir, lynlás, piercingar v.m. av, áðrenn viðgerðin byrjar.
Viðmælt verður, at tú ikki etur 1 tíma áðrenn og 1 tíma aftaná viðgerðina.
Viðgerðin tekur ein hálvan tíma (30 minuttir). Tú kanst t.d. lesa eina bók ímeðan ella lurta eftir einum podcasti.
Økið, sum hevur verið viðgjørt, kann aftaná viðgerðina kennast eymt, men tað gongur skjótt yvir.
Viðgerðirnar eru FDA (USA) og FLS (Danmark) góðkendar og kliniskt skjalprógvaðar.
Í royndartíðini eygleiddi man munandi góð úrslit longu aftaná 4 viðgerðir innan 2 vikur:
19% minking av feitti
16% økt vøddavoluma
4 cm minni lívvídd
11% minkan sv deildum búkvøddum
5 X hægri forbrenning
80% sóu eitt týðandi rumpulift
96% kundanøgdsemi
Viðgerðin egnar seg best til fólk við nøkurlunda normalvekt, sum ynskja at styrkja um onkrar partar av kroppinum, sum eiga at mennast. Ert tú slonk/slankur, sært tú úrslit mest sum beinanveg (aftaná fyrstu viðgerð).
Vigar tú ov nógv, vilt tú allíkavæl fáa gleði av viðgerðini, tó vilja sjónligu úrslitini ikki síggjast í sama mun ella líka skjótt. Um tú ynskir tað, kanst tú kombinerað Emsculpting við feittfrysting, sum kann minka um feittprocentið við upp til 20-25 % í viðgjørda økinum bert eftir 1 viðgerð. Við Emsculpting aftaná kanst tú optimera feittfrystingina.
Viðgerðirnar kunnu ikki setast ístaðinfyri at eta sunnan kost og venjingas, men er eitt fantastika gott supplement til sunnan kost og venjing.
EMS Body Sculpting Pro er tann einasta kenda viðgerðin til minking av feitti og samstundis uppbyggjan av vøddavolumu. Tað er ein tryggur viðgerðarháttur.
Hendan viðgerðin er ment og góðkend av tí amerikanska FDA og verður nýtt um allan heimin.
Okkara viðgerðartól er CE-certificerað.
Øll starvsfólkini (viðgerðarpersónar) hava certificering og útbúgvin at nýta viðgerðartólini.
Vestibulum ante ipsum primis in faucibus orci luctus et ultrices posuere cubilia Curae; Sed aliquam, nisi quis porttitor congue, elit erat euismod orci, ac placerat dolor lectus quis orci. Praesent egestas neque eu enim. Quisque id mi.